Tað stendur kanska ikki so illa til við ísinum kring Norðpólin kortini. Í hvussu er vísa nýggj tøl hjá amerikanska íseftirlitinum, at tann seinasta mánaðin er sera nógv av nýggjum ísi komin afturat, og nú er so nógv av nýggjum ísi í økinum, sum eftirlitið ikki hevur staðfest tey seinastu tíggju árini.
Tað er serliga á teimum vestaru leiðunum og í Beringshavinum, at nógv er av nýggjum ísi, men eystur ímóti Atlantshavinum er minni.
Mark Serreze hjá amerikanska íseftirlitinum sigur, at enn ber kortini ikki til at siga, at hitavøksturin á jørðini er steðgaður.