Nógvur línufiskur í dag

Nøkur línuskip seldu á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun. Øll høvdu roynt undir Føroyum uttan eitt, sum hevði verið á Bill Bailey.

Skipini høvdu umleið 45 tons av longu og eini 40 tons av brosmu. Longa II fór fyri 11,50 krónur og longa III fyri 10,12 krónur í meðal fyri kilo. Meðalprísurin á brosmu II var 8,00 krónur og á brosmu III 8,04 krónur.

30 tons vóru av toski og tað sama av hýsu. Toskur II fór fyri 14,34 krónur í meðal, toskur III fyri 13,33 krónur og toskur IV fyri 11,76 krónur. Hýsa II fekk meðalprísin 11,63 krónur, og hýsa III fór fyri 10,64 krónur í meðal.

Seks tons av hvítingi fóru fyri 10,00 krónur í meðal fyri kilo, og seks tons av skøtu fóru fyri 8,00 krónur í meðal.

Tey 180 tonsini, sum vóru á dagsins uppboði, vórðu seld fyri góðar tvær milliónir krónur.