Nógvur kórsangur í apríl

Kórið Eystanljóð kann sigast at vera eitt rættiliga virkið kór. Komandi mánaðin skipar kórið várkonsert, kórstevnu og kórferð til Svøríkis

Eystanljóð heldur sunnudagin 21. Apríl kl. 19.30 várkonsert í Leirvíkar Kirkju. Í kórinum eru 25 fólk, ið fara at framføra føroyskar sangir, og sálmar undir leiðslu av Leif Hansen.

Í døgunum 25. til 27. Apríl skipar kórið saman við Kórsambandi Føroya fyri kórstevnu, ið verður hildin á Miðnámsskúlunum á Kambsdali. Kórstevnan byrjar við at sungið verður til flaggdagshaldið í Leirvík og síðan verður hildið fram inni á Kambsdali, har ein av mest dugnaligu kórleiðarum, ið Svøríki hevur fostrað, Robert Sund fer at leiða felagskórið.

Á kórstevnuni verða 2 konsertir hildnar. Fyrra konsertin er fríggjakvøldið kl. 19.30 í auluni á Studentaskúlanum. Á hesari konsertini framføra kórini egna skrá. Kórini í framføra eru Vestmannakórið, Ungdómskórið í Christianskirkjuni, Fuglafjarðar Sangkór, Kristiliga Sangkórið, Kórið í Fríðrikskirkjuni. Seinna konsertin verður leygardagin 27 apríl kl. 17 í Gøtu kirkju. Á hesari konsertini fara Tórshavnar Manskór, Eystanljóð og felagskórið undir leiðslu av Robert Sund at framføra.

Aftaná kórstevnuna fer eitt vælmannað Eystanljóð á kórferð til Svøríkis.