Hvalateljing
Tað er nógvur hvalur undir Føroyum í summar. Men ikki ber til at siga, um tað er tí, at nógv er til yvirhøvur, ella grundin er, at tað er so liviligt undir Føroyum nú, at allur stovnurin er endaður her, sigur Rorethe Bloch á Nátturugripasavninum.
Síðan 29. juni hevur West Freezer úr Miðvági verið úti og talt hval undir Føroyum. Við hava verið vísindafólk úr Føroyum, Danmark og Fraklandi, sum hava luttikið í kanningini, sum gjørd verður. Leiðari fyri kanningini er franska Geneviéve Desportes, sum fyrr hevur búð í Føroyum í samband við hvalagransking. Tey komu aftur mikudagin.
Dorethe Bloch á Náttúrugripasavninum sigur frá teljingini, at hon gekk væl.
?Eg var ikki við sjálv, og enn er so stutt fráliðið, at eg havi eingi nágreinilig tøl. Men eg skilji á teimum, at nógvur hvalur var at síggja, sigur Dorethe Bloch.
Norðmenn og íslendingar hava eisini luttikið í hvalateljingini. Men enn hevur ikki verið samband millum partarnar, so endaliga støðan er ikki uppgjørd enn. Tó sigur Dorethe Bloch frá teljarunum umborð á West Freezer, at í førouskum sjógvi stendur væl til í summar. Bæði við talið og sløgum. Nógvur ymiskur hvalur er at síggja undir Føroyum í summar, siga tey. Eitt nú nevna tey døgling og nevhval. Stórhvalur hevur eisini verið at sæð. Tó er royður ikki við á listanum, so vítt Dorethe Bloch dugir at siga frá.
Um tað er tí, at stovnarnir eru betri fyri enn fyrr, ella tað er tí, at minni er aðrastaðni, vita tey ikki, fyrr enn gjørt er upp bæði í Noreg og Íslandi eisini.
Í fjør vórðu nakrir grindahvalir í eini grind í Sandavági merktir við sendarum. Teimum frættist frá í nakrar dagar, áðrenn teir blivu burtur.
Dorethe Bloch sigur, at nú fleiri grindir hava verið í ár, hava tey sjálvandi spent hugt eftir, um nakar av merktu hvalunum skuldi verið uppií. Men sannlíkið fyri tí er lítið kortini, og enn hava tey ongan funnið.
Hon sigur, at tey aftur í ár ætla at merkja nakrar hvalir. Trupulleikin í løtuni er tó tann, at tey hava ikki fingið sendararnar til Føroya. Men tá teir eru komnir, er klárt at merkja, sigur Dorethe Bloch, sum fegnast um, at so mikið av grind longu hevur verið, at fólk hava fingið undir tonnina.
?Tá verður tað eisini lættari hjá okkum at sleppa at merkja og reka útaftur, sigur hon.