Nógvur fiskur á uppboðssøluni

Fiskamarknaðurin í Klaksvík hevur havt nógv at gera verkfalsvikurnar

 

Klaksvík: Fiskamarknaður Føroya í Klaksvík hevur havt nógv at gera farnu vikurnar, meðan verkfall hevur verið í stórum parti av landinum.

Ávísir bátar hava verið oftari í Klaksvík og landa, enn teir plaga at verða.

? Vit hava ikki tikið ímóti nógv meiri fiski, enn vit plaga at gera, men býtið hevur verið øðrvísi. Stóru útróðrarbátarnir í Klaksvík hava ligið, meðan trolbátar og aðrir hava landað her, sigur Kristian Fríðrik Olsen, leiðari á Fiskamarknaðinum í Klaksvík.

Kósin hevur verið størsti keyparin farnu vikurnar, tí har hevur einki verkfall órógvað. Okkurt er selt um telefonina, men tað mesta er farið til Kósina, sum er granni hjá Fiskamarknaðinum.

Uppboðssølan í Klaksvík hevur farnu tríggjar vikurnar havt meiri at gera við at pakka fyri útflytarar.