Fiskivinna
Tað vísir seg ikki at ávirka fiskaprísirnar stórvegis, at nógvur fiskur er komin upp á land í Klaksvík hesa vikuna.
- Eg havi ongantíð áður vitað um so høgar fiskaprísir yvir longri tíð, sigur Pól Fuglø, sum er landingarformaður á Landingarmiðstøðini hjá Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík.
Hann vísir á, at hóast nógv skip hava landað í Klaksvík hesa vikuna, hava prísirnir á toski 1 og 2 javnan ligið omanfyri 30 krónur fyri kilo, og toskur 3 er farin fyri millum 25 og 30 krónur fyri kilo.
- Jú, eg má siga, at fiskaprísirnir eru í toppi, sum landingarformaðurin tekur til.
Nógvar landingar
Mánadagin landaðu seks skip í Klaksvík.
Línuskipini, Klakkur, Núpur, Ågot, Fugltúgvan, Grani og Fiskimúli, høvdu millum 35.000 og 70.000 pund hvør.
Týsdagin landaðu fýra skip; trolararnir, Safir og Smaragd, høvdu 310 kør tilsamans, sum taka 300 kilo hvørt – og Navarin og Borgarin, sum eru fyrrverandi Polarhav og Stjørnan, høvdu 490 kør tilsamans.
Í gjár landaði línubáturin, Helena. Teir hava roynt í Eysturgrønlandi og hava landað har yviri tann fyrra túrin. Nú teir landaðu í Klaksvík, høvdu teir umleið 80.000 pund av ísfiski.
Í dag landa trý línuskip í Klaksvík.
Jákup B hevur 90.000 pund, Pison millum 60.000 og 70.000, og Froya hevur 35.000 pund.
Í morgin landar Polarstjørnan, og Pól Fuglø væntar, at teir hava millum 60.000 og 70.000 pund inni.










