Nógvur fiskur á marknaðinum

Meginparturin av fiskinum á Fiskamarknaði Føroya í dag var toskur. Nakað var eisini av hýsu. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag góð 131 tons av fiski fyri stívliga 1,7 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,15 krónur fyri kilo.

Hetta er vanligur prísur á marknaðinum ein søludag, tá meginparturin av fiskinum er toskur og hýsa.

Nógv tann størsti parturin av fiskinum í dag var toskur, harav heili 27,5 tons vóru av toski 3 og 54,4 tons av toski 4. Toskur 3 fór fyri miðalprísin 16,86 og toskur 4 fyri 12,79 krónur fyri kilo.

Besti miðalprísur fyri tosk í dag var 20,12, sum var fyri sløk 2 tons av toski 1, og lægsti miðalprísur í dag var fyri 18 tons av toski 5, sum fekk 8,57 krónur fyri kilo.

Tilsamans 17,5 tons vóru av hýsu. Størstar vóru nøgdirnar av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 12,04 krónur fyri kilo.

Lítið og einki av øðrum fiskalsløgum var á Fiskamarknaði Føroya í dag.