Tað er nógv fiskaarbeiðið í Vestmanna, mikudagin landaði Vesturbúgvin, í dag landa Fram og Vestmenningur og í morgin landar Grønanes, meginparturin er upsi. Í gjár landaði Vesturbúgvin 200-túsund pund, Vesturbúgvin samtrolar við Eysturbúgvan, sum landaði á Sandi, Eysturbúgvin hevði um 140-túsund pund, teir fóru aftur til fiskiskap um middagin í dag.
Í dag landa Fram og Vestmenningur, teir komu inn seint í gjárkvøldið, teir hava tilsamans 250-túsund pund.
Grønanes, sum hevur roynt eystanfyri, siglir inn, tí veðrið er so ófantaligt eystanfyri, teir hava knapt 100-túsund pund, Grønanes landar í Vestmanna í morgin.