Nógvur fiskur á Fiskamarknaðinum

Í dag vóru knappliga 440 tons á uppboðnum á Fiskamarknaði Føroya, sum vórðu seld fyri góðar 5,5 milliónir krónur.

Góð 130 tons vóru av toski. Ein lítil helvt var toskur III, sum fór fyri 15,15 krónur í meðal fyri kilo. Meðalprísurin á toski II var 16,99 krónur, og tann størsti toskurin fór fyri 18,01 krónur í meðal.

Knappliga 40 tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II, og meðalprísurin á henni var 9,78 krónur.

Nøkur línuskip seldu í dag, og tí var væl av longu og brosmu. Av longu var mest av longu II, sum fór fyri 12,98 krónur í meðal fyri kilo, og brosma II varð seld fyri 7,53 krónur.

Fiskamarknaðurin hevði eisini 27 tons av havtasku á uppboðnum í dag, og fór stødd II fyri 25,41 krónur í meðal fyri kilo.