Nógvur fótbóltur verður í kvøld

Tveir dystir í bestu deildini og fult umfar í næstbestu deildini eru á skránni í kvøld

Tað verður nógvur fótbóltur kring landið í kvøld. Tveir dystir í sjeynda umfari í Effo-deildini vera í kvøld, tá ið tað eisini er fult umfar í næstbestu deildini.

 

Í Effo-deildini:

Víkingur-TB: Dagfinn Forná kl. 17.30

HB-B68: Eiler Rasmussen kl. 18.00

 

Í 1. deild

KÍ-FC Suðuroy: Bjarki Danielsen kl. 17.00

NSÍ-HB: Jan á Líðarenda kl. 17.15

AB-EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 18.30

07 Vestur-Giza/Hoyvík: Alex Troleis kl. 18.30

B71-Víkingur: Vinjard Dam kl. 19.00