Bæði skírishósdag og annan páskadag rullar føroyski bólturin við fullari ferð. Skírishósdag eru tað 1/8-finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum eru á skránni, og annan páskadag er fult umfar í bæði Vodafone-deildini og 1. deild hjá monnum. Í 2. deild byrjar kappingin eisini nú á páskum, og har verða dystirnir spældir páskaaftan, leygardagin.










