Ta_ hevur gingi_ sum eftir ánni vi_ fótbóltinum í Su_uroy, og áhugin er so stórur, sum hann sjáldan hevur veri_ á_ur. VB er frammarlaga í bestu deildini, TB er fremst í næstbestu deildini, Royn er væl fyri, og Sumba hongur eisini í.
At nógvar innanh_sis uppger_ir hava veri_ og fara at vera í næstbestu deildini, ger ikki áhugan minni millum su_uroyingar. Ikki minst tá i_ talan ofta er um toppdystir.
Hvussu væl feløgini eru fyri, nú ta_ um eina stóra viku aftur ver_ur fari_ undir landskappingina, fer ein ábending at fáast um fríggjadagin og leygardagin. Tá skipar Lions í Su_uroy fyri fótbóltskapping millum tey f_ra feløgini í Su_uroy. Spælt ver_ur í Hvalba fríggjadagin og í Vági leygardagin.
Vinnandi li_i_ fær stórt steyp, sum Lions hevur givi_ at kappast um. Peningurin, sum kemur inn í sambandi vi_ kappingina, ver_ur latin til vælgerandi endamál. Forma_urin í Lions í Su_uroy, Jens Petur Brattalí_, sigur, at annar parturin ver_ur latin til Stóra pakkhús í Vági. Hin parturin ver_ur latin til okkurt í nor_aru helvt av oynni. Stø_a er ikki tikin til, hvat ta_ ver_ur.
Fríggjadagin klokkan fimm spæla Sumba og Royn og klokkan sjey spæla VB og TB. Hesir bá_ir dystirnir ver_a í Hvalba. Leygardagin klokkan 13 ver_ur spælt um tri_ja plássi_, og klokkan 15 ver_ur finalan. Leygardagin ver_ur spælt í Vági.









