Nógvur fótbóltur á skránni

Í kvøld fer at bera til at fylgja við, tá ið bæði FCK og Brøndby fara at spæla UEFA Cup

Mikudagurin er ein av stóru fótbóltsdøgunum í Europa. Talan er um fyrra dystin í fyrsta umfarinum í UEFA Cup kappingini.
Todi Jónsson og FCK eru í Budapest í Ungarn, har teir klokkan eitt korter til átta føroyska tíð fara at royna seg ímóti Ferencváros, sum ikki hevur staðið seg so væl higartil í ár, men sum verður mett at vera rættuliga torført at spæla ímóti á heimavølli. Dysturin verður at síggja á TV Danmark 1 sjónvarpsrásini. Tá ið Zuma ikki er við FCK í Ungarn er tað rættuliga sannlíkt, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu. Ivaleyst í álopinum undir liðini á Álvaro Santos.
Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um Jón Rói Jacobsen verður í Brøndby hópinum. Brøndby skal í kvøld spæla á heimavølli ímóti Viktoria Zizkov úr Kekkia. Tann dysturin verður longu klokkan fimm, og hann verður at síggja á TV2 Zulu sjónvarpsrásini.
Esbjerg fer at spæla á útivølli ímóti Spartak Moskva kl. fimm og longu kl. hálvgum fýra fer FN Nordsjælland at spæla á útivølli í Grikkalandi ímóti Panionios.