Rás2 spennir seg út við beinleiðis ítróttarfrásagnum hetta vikuskiftið, og sagt verður frá bæði flogbólti og hondbólti.
Rás2 sigur frá tveimum flogbóltsdystum hetta vikuskiftið. Leygardagin klokkan 13 verður sagt frá dystinum í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum millum KÍF og Mjølnir. Sunnudagin klokkan 15 verður sagt frá dystinum í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum millum Fleyr A og Mjølnir. Óli G. Samuelsen og Hilmar Jan Hansen siga frá.
Sunnudagin sigur Tróndur Arge frá tveimum hondbóltsdystum. Klokkan 14.30 verður sagt frá dystinum í hvonndeildini millum Kyndil og Stjørnuna, og klokkan 16 verður sagt frá dystinum í FTZ-deildini millum Kyndil og KÍF.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.