Nógvum dámar heimaskúla

Eisini í Noregi hava tey kannað, hvussu heima- og fjarundirvísingin hevur gingið, meðan korona hevur herjað. Í Tysvær kommunu eru afturmeldingarnar góðar.

Hetta skrivar Skúlablaðið.

Gerandisdagurin hjá nógvum broyttist í vár, tá ið skúlabørn við eitt vóru send heim, og skúlarnir stongdir. Undirvísingin fór fram á netinum í nógvar vikur; ikki bara børn og foreldur vórðu noydd at hugsa undirvísing av nýggjum og læra aðrar frálæruhættir eftir stuttari tíð.

– Tað áhugaverda er, at afturmeldingarnar eru positivar, og tað kemur eitt sindur óvart á, sigur Mari-Ana Jones, granskari við Instituttið fyri læraraútbúgving við NTNU. Saman við Sara Bubb, granskara við University College London, hevur hon kortlagt afturmeldingar frá næmingum, lærarum og skúlastjórum í Tysvær kommunu. Úrslitini eru almannakunngjørd í einari fakgrein.

– Afturmeldingarnar upp á heimaskúlan vísa, at nógv spennandi hendi í undirvísingini, sigur Jones.

Skúlarnir stongdur miðskeiðis í mars. Kanningin var gjørd fyrst í apríl, meðan heimaundirvísingin enn fór fram.

Granskararnir velja at halda, at Tysvær er ein púra vanlig kommuna.

– Hóast tað týðiliga kemur fram í kanningini, at lærararnir í Tysvær hava tikið henda møguleikan við fjarundirvísing til at skapa spennandi lærumøguleikar í heimaundirvísing, so rokna vit við, at tað eins væl kann hava hent í øðrum kommunum eisini, sigur Bubb.

Tað serliga fyri Tysvær er, at tey hava eitt dátugrundarlag, sum fatar um sjónarmið frá næmingum, foreldrum og lærarum, sum tey kunnu byggja víðari á í skúlamenningini. Eftir 10 døgum vóru spurnabløð frá 11.000 íbúgvum í Tysvær kommunu savnað inn, skrivar Skúlablaðið á skulabladid.fo, har øll greinin kann lesast.