Nógvir vinardystir

Tað vóru ikki bert føroyingar og íslendingar, sum leiktu vinardyst í fótbólti í gjárkvøldið.

 

Danir leiktu á heimavølli í Odense móti Slovakínum, og eftir at Tobias Mikkelsen legði danir á odda í fyrra hálvleiki, so gekk heilt galið í seinna. Tá skoraði Slovakia tríggjar ferðir til endaliga úrslitið 3-1.

 

Heldur ikki hjá hinum báðum norðurlondunum, Noregi og Svøríki, bar til í gjárkvøldið. Sviar høvdu vitjan av Brasilia, og gestirnir fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, hóast myndirnar vístu, at málið var í lagi.

 

Seinni setti Leandro Damiao høvdi á eitt innlegg frá Neymar til 1-0. Síðani hendi ikki tað heilt stóra fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, tá Alexandro Pato skoraði tvæ ferðir.

 

Noreg stóð seg kanska enn verri, tí liðið tapti dystin á heimavølli móti Grikkalandi 2-3. Noreg kom skjótt aftur um 2-0, men eftir 14 minuttir minkaði Brede Hangeland um munin.

 

Grikkaland kom tó upp á 3-1, áðrenn John Arne Riise pyntaði um úrslitið.

 

Av øðrum dystum kann nevnast, at Týskland á heimavølli tapti 3-1 móti Argentina. Týskland fekk í fyrra hálvleiki málverjan útvístan fyri at gera brotsspark, sum Messi tó brendi.

 

Argentina kom á odda 1-0, men tað var við týskum sjálvmáli av Sami Khedri. Seinni skoraði Messi og síðani Angel De Maria til 3-0, áðrenn tað eydnaðist Benedikt Höwedes at minka um munin.

 

At enda debuteraði Louis van Gaal sum hollendskur venjari við at tapa móti grannunum úr Belgia við 2-4.