Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, ásannar, at tey fáa nógvar fyrispurningar frá fiskiskipavinnuni um at sleppa at gera royndir á Føroyabanka, og hann heldur, at tað vildi verið løgið, um so ikki var.
- Jú, tað verða nógvar ”bilettir” lagdar inn um royndarloyvi. Sjálvsagt vilja menn sleppa eftir tí, sum nógv er til av á Bankanum. Spurningurin er bara, hvussu hetta verður gjørt best, so leingi, sum toskurin ikki er komin fyri seg aftur.
Stjórin á Havstovuni sigur, at tey góðu árini til fisk, plaga toskur og hýsa at fylgjast nøkulunda, soleiðis at skip og bátar fáa av báðum sløgum.
- Hetta síggja vit eisini á landgrunninum í dag, men enn hevur tað so ikki víst seg, at toskurin er komin fyri seg aftur á Føroyabanka.
Spurdur, hvussu tað man bera til, at toskurin á Bankanum framvegis er so illa fyri eftir so mong ár við totalari friðing, sigur Eilif Gaard, at tað hevur hann onga einfalda frágreiðing uppá.
Fyri mangar fiskimenn tykist tað løgið, at Føroyabanki eitt nú stendur smekkfullur av hýsu – eisini fyri at brúka orðini hjá stjóranum á Havstovuni – samstundis sum toskurin hevur ilt við at koma fyri seg aftur.
- Nei, eg havi í løtuni einki endaligt svar upp á hetta, ásannar stjórin.
Eilif Gaard sigur tað vera væl hugsandi, at fleiri royndir í komandi tíðum fara at verða gjørdar á Føroyabanka.
- Vit noyðast sjálvsagt í fyrsta lagi at hava fokus á sjálvt arbeiði, sum tað er at fáa toskastovnin á Føroyabanka at koma fyri seg aftur, sigur stjórin á Havstovuni.
Eingin vinnuligur fiskiskapur hevur verið á Føroyabanka síðan 2008.