Nógvir ungir danir arbeiðsleysir

Arbeiðsloysið millum tey 15 til 29 ára gomlu í Danmark er nú komið upp á 12 prosent. Arbeiðsloysið í hesum aldursbólkinum er sostatt líka stórt sum í áttatiárunum og tvær ferðir størri, enn tað var, tá verandi kreppa tók seg upp í 2008. Tað skrivar Politiken í dag.

-Vit eru sett minst 15 ár aftur í tíðina, sigur stjórin í Arbejderbevægelsens Erhvervsråd, Lars Andersen, við blaðið.

Hagtølini vísa, at í 2010 og 2011 høvdu 50.000 ungir danir einki arbeiði, og Helge Pedersen, greinari í Nordea-bankanum, væntar, at talið verður á leið tað sama, tá hetta árið er farið.

-Arbeiðsloysið millum tey yngru er avgjørt tann størsti trupulleikin í kreppuni, og tað kann fáa varandi avleiðingar, fáa tey ungu ikki fótafesti á arbeiðsmarknaðinum, sigur hann. Tað sama sigur Flemming Ibsen, arbeiðsmarknaðargranskari á lærda háskúlanum í Aalborg, við Politiken.