Hagtøl hjá bretsku myndugleikunum vísa, at næstan ein millión ungfólk millum 16 og 24 ár hava einki arbeiði. Tað svarar til 20 prosent fólkinum í hesum aldursbólkiinum, og so stórt hevur arbeiðsloysið ikki verið millum tey ungu síðani 1992.
Tað skrivar Wall Street Journal, sum eisini veit at siga, at arbeiðsloysið millum kvinnur í Bretlandi er tað størsta í 15 ár.
Hagtølini vísa, at tey arbeiðsleysu í Bretlandi gjørdust 44.000 fleiri í tali í seinasta ársfjórðingi í fjør, og at nú hava 2.490.000 bretar einki arbeiði. Tað merkir, at arbeiðsloysisprosentið er 7,9.
Samstundis sæst, at støðugt fleiri bretar velja at taka av tilboðnum um at fara frá við eftirløn.










