Í hvussu er hevur felagið hjá tráðumonnunum í Reykjavík ongantíð fingið so nógvar umsóknir um veiðiloyvi sum í ár. Freistin at søkja um at sleppa at veiða laks í áunum í høvuðsstaðarøkinum í summar var úti í gjár, og tá høvdu næstan 2.300 søkt. Tað er umleið 300 fleiri enn í fjør.