Nógvir útlendskir gestir

Roknað verður við fullsettum hølum í rokk-teatrinum Nasa, tá Atlantic Music Event kemur til Reykjavík.

Men umframt allar fjeppararnar, verur tónleikaídnaðurin umboðaður, nógvir íslendskir miðlar og tónleikafólk hava boðað frá síni luttøku. Men tiltakið hevur eisini vakt ans uttanfyri Ísland og Føroyar. Fleiri bretskir miðlar koma, har verður Fly Magazine, Clash Magazine, IQ og YMEMusic.com. Harumframt koma umboð úr bretska tónleikaídnaðinum millum onnur: VIP Booking.Á heimasíðuni YMEMusic.com verður skrivað um tiltakið, og liggur søgan um føroysku tónleikainnrásini í Íslandi á sjálvari forsíðuni.

ame.fo