Tað verður alt meira vanligt at fólk koyra í jeepum, MPV ella SUV. Tað sæst eisini aftur í tí, at vanligir sedan við útvortis viðførisrúmi fáa alt minni part av marknaðinum.
Nú skulu bilarnir vera rúmligir og praktiskir og kunna brúkast til nógv ymisk endamál, samstundis sum teir síggja gott út.
Fyrr vóru tað sedan, stationcar ella vøruvognar at velja ímillum, meðan bilarnir í dag eru ein blandingur av ymiskum sløgum.
Nógvir nýggir sonevndir SUV (Sport Utility Vehicle) í miðalklassanum fara at koma á marknaðin í nærmastu framtíð. At síggja til eru hesir bilar høgir stationvognar ella eru teir lættir jeepar.
Talan er í fleiri førum um minni útgávur av teimum núverandi SUV, sum vit t.d sóu við BMW X5, ið fekk lítlabeiggjan X3.
Audi koma í 2008 við eini minni útgávu av Q7, sum fær navnið Audi Q5 og Volvo koma við einum sum helst fær navnið XC50, sum verður ein minni útgáva av Volvo XC90. Væntandi koma Saab eisini við eini SUV útgavu, sum møguliga fær navnið Saab 9-4x, og Volkswagen koma við eini SUV útgávu av VW Golf.
Opel koma við Antara og Chevrolet við Captiva og næsta ár koma Peugeot og Citroen við einum SUV, sum verður gjørdur í samstarvi við Mitsubishi.
Alt hetta eru bilar í klassa við t.d. Toyota RAV4, Suzuki Grand Vitara, Mitsubishi Autlander, Honda CR-V, Nissan X-Trail og Hyundai Santa Fe.