Forsetin í USA, Donald Trump, tók í gjár avgerð um at trekkja USA úr veðurlagsavtaluni millum flestu lond í heiminum, ið bleiv avtalað í París í desember 2015.
Donald Trump segði, at avtalan var ring fyri USA og tí trekti hann landið úr. Heldur vildi gera avtalur við onnur lond við egnum samráðingum.
Flestu lond harmast almikið um avgerðina hjá Donald Trump, tí USA verður sæð sum ein lyklaleikari í stríðnum móti veðurlagsbroytingum, men tey flestu er samd um, at arbeiðið skal halda fram sum tað gjørdi áðrenn.
Eisini nógvir statir í USA hava tikið avgerð um framhaldandi at virða París avtaluna. Yvir helvtin av teimum 50 statunum hava sagt seg vilja halda avtaluna frameftir, eins og nógvar stórar fyritøkur eisini vilja gera.










