Nógvir spyrja um kjans

Skiparin á Ennibergi sigur, at tað er ikki dagur, har fleiri mans ikki ringja og spyrja um kjans, og fleiri siga, hvussu trupul teirra fíggjarliga støða er. Manningartalið við Ennibergi á flakaveiði liggur um 38. Hetta verður manningin, tá skipið loysir aftur um eina viku ella so og væntandi fer í Barentshavið at fiska.

Sonny Johannesen, skipari, sigur, at umleið 44 mans tilsamans eru knýttir at skipinum, men allir kunnu ikki verða umborð í senn.

- Nú vit fara í Barentshavið noyðast eini 4-5 mans at vera heima, tí pláss er ikki fyri øllum í senn. Vit royna tó at skipa soleiðis fyri, at manningin hevur tjent umleið tað sama, tá árið er úti. Teir, sum noyðast at vera heima hendan túrin, sleppa so við aftur næsta túr í staðin, sigur skiparin.

Sonny Johannesen sigur, at tað er ikki dagur, at fleiri mans ikki ringja og spyrja um kjans.

- Hetta eru serliga menn, sum hava verið á ísfiskaveiði undir Føroyum ? og eisini menn, sum kanska áður hava verið onkran túrin við flakatrolara í Barentshavinum.

Skiparin sigur, at tað eru upp til fleiri, sum ringja um dagin.

- Fleiri lata meg vita, hvussu truplar fíggjarligu umstøðurnar eru, sigur skiparin, sum tó noyðist at siga fólki, at Enniberg er mannaður.