Nógvir spurningar um útbjóðing

Kunningarfundur fyri teimum, sum hava áhuga í at bjóða upp á Bygdaleiðir, varð hildin týsdagin. Rættiliga nógvir spurningar og viðmerkingar vóru til útbjóðingartilfarið


 

Útlisitering

Fólk høvdu rættiliga nógvar spurningar, og viðhvørt atfinningarsamar viðmerkingar, til útbjóðingartilfarið, Strandfaraskip Landsins hava gjørt í samband við útlisitering av Bygdaleiðum.

Eini 40-50 fólk møttu á fundi á Hotel Hafnia seinnapartin týsdagin, har útbjóðingartilfarið viðvíkjandi Bygdaleiðum var til viðgerðar.

Tað var Strandferðslan, sum hevði boðið teimum, sum høvdu fingið útbjóðingartilfarið, á fundin.

Fólk úr øllum landinum, sum hava ella ætla sær at hava, nakað við rutukoyring at gera, vóru á fundi.

Tey vóru væl fyrireikað og høvdu nógvar spurningar og viðmerkingar til útbjóðingartilfarið, sum fleiri teirra hildu átti at verið betri fyrireikað, áðrenn tað varð sent út.

Fólkaflutningsleiðarin á Strandfaraskipum Landsins, Poul Jákup Thomsen, sum hevði boðið til fundin, byrjaði eisini við at siga frá, at hann var greiður yvir, at fleiri feilir og brek vóru í tilfarinum, sum hann vónaði, at fólk fóru at hjálpa Strandferðsluni við at fáa rættað. Júst við at spyrja og gera viðmerkingar. Fólk frá Strandferðsluni, bæði løgfrøðingar og skrivarar, vóru við á fundinum, til tess at svara spurningum, sum fóru at koma frá fundarfólkinum.

Og spurningarnir vóru nógvir. So nógvir, at illa bar til at svara teimum øllum á sjálvum fundinum, og boðaði Poul Jákup Thomsen frá, at spurningar og viðmerkingar fóru at verða skrivað niður og svarað fundarfólkinum skrivliga skjótast gjørligt.

Tað tóktist eisini ein skilagóð avgerð, tí eftir sum spurt varð, var rímiliga nógv í útbjóðingartilfarinum, sum ikki var nóg væl gjøgnumarbeitt, áðrenn tað varð latið úr hondum.

Væl kann tað vera, at summir bussførarar og eigarar vóru møttir á fundi við eitt sindur negativum hugburði, soleiðis at skilja, at teir ikki vóru heilt nøgdir við, at koyringin skuldi bjóðast út yvirhøvur. Hjá summum teirra merkir tað, at teir, um teir fáa koyringina, skulu gera stórar íløgur í nýggjar bussar.

Hinvegin vóru nógvir spurningar rættiliga viðkomandi. Millum annað spurningurin um tey 15 prosentini av samlaðu koyringini í einum einstøkum øki, sum hvør einstakur arbeiðstakari sambært útbjóðingartilfarinum í mesta lagi kann fáa tillutað.

Tað fekk eitt av fundarfólkunum, sum hevur áhuga í flogrutuni, at spyrja, um hann so ikki kundi bjóða upp á bæði flogrutuna millum Havnina og flogvøllin, samstundis sum hann kundi hugsað sær at bjóða upp á koyringina í Vágum.

Um so var, at hann bert kundi fáa 15 prosent av koyringini í Vágum, vildi hann heldur hava flogleiðina. Trupulleikin var bara tann, at hon verður ikki boðin út fyrr enn eftir ársskiftið ella so, meðan hini boðini skulu vera inni í seinasta lagi tann 15. oktober í ár.

Her fær tann, sum ætlar at bjóða, ein trupulleika. Skal hann bjóða upp á Vágaleiðina og so sleppa flogrutuni. Ella skal hann sleppa Vágaleiðini fyri at royna eftir flogrutuni.

Hesin spurningur varð ikki svaraður, men niðurskrivaður til at verða svaraður skrivliga seinni.

Og soleiðis vóru rættiliga nógvir spurningar, sum útbjóðarin eftir øllum at døma ikki hevði roknað við og væntað, beindir víðari til skrivaran, sum skal spyrja serfrøðina, sum skal svara Strandferðsluni, sum so aftur skal senda svarið til teirra, sum hava fingið útbjóðingartilfar og vóru á fundinum í Tórshavn týsdagin.

Hjá eygleiðandi blaðmanninum varð niðurstøðan tann, at útbjóðingartilfarið viðvíkjandi Bygdaleiðum var ikki nóg væl fyrireikað, áðrenn tað varð latið av hondum.

Tað tóktist, sum fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni eisini ásannaði hetta, tá hann tók til, at tað var so lætt at sita á eini skrivstovu og gera ætlanir á pappíri.

Og í tí vóru allir bussførararnir púra samdir við honum.