Hóast føroyskir fótbóltsspælarar dúgliga skifta millum feløg, so spælir størsti parturin av teimum framvegis í barndómsfelagnum. Ein kanning, sum FSF hevur latið gjørt, vísir, at í farna kappingarári spældu tveir triðingar av føroysku spælarunum í Vodafonedeildini við barndómsfelagnum. Hinvegin vísir kanningin eisini, at ein lítil helvt av føroysku fótbóltsspælarunum hevur spælt við meira enn einum felagi í bestu deildini. Av teimum hava átta prosent spælt við fýra feløgum ella fleiri.