Millum annað hevur tekjan á handilsmiðstøðini 'Lonin' í Skopun er blivin leys í ódnarveðrinum í kvøld. Bjargingarfelagið í Skopun hevur verið á staðnum og fingið tryggja tekjuna.
Annars eru fleiri smáskaðar í bygdini. Nakrir garðar hava fingið skaða og okkurt tak er farið at leka.
Ymsir lutir hava eisini rivið seg leysar, ið kunnu fúka í vindinum, so frægast er at halda seg innandura.










