Nógvir smáskaðar í gjárkvøldið

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at náttin bleiv friðarlig, hóast nógvan vind.

 

Óveðrið kom annars óvart á tey flestu og nakrir skaðar stóðust eisini av vindi í gjár. Onkur tekja fekk skaða, umframt at ein konteynari inni á Hjalla koppaði oman á landsvegin og forðaði ferðsluni.

 

Umframt tað hava tað eisini verið fleiri smáskaðar, men vindurin linkaði somikið um midnátt, at tað bleiv friðarligt við skaðafráboðanum.

 

Vakthavandi sigur, at løgreglan eisini er byrja at hyggja at støðum, sum, selja fýrverk. Sølustøð av fýrverki skulu halda seg til nakrar ávísar reglu. Til dømis skal fjarstøðan til ein eldsløkkjara ikki verða meir enn eitt ávíst. Tey allarfelstu hava yvirhildið sínar skyldur.