Í nátt og í morgun herjaði tann fyrsti, veruligi vetrarstormurin yvir landið við hvirlum upp ímóti 60 metrum um sekundið nógvastaðni. Løgreglan sigur, at nógvastaðni hevur stormurin elvt til trupulleikar, men talan hevur bara verið sum smáttarí.
Størsti skaðin var ivaleyst í Runavík, har tekjan á bygninginum hjá Mekanikk reiv tíðliga í morgun. Sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á støðuni, men sum tað sæst á myndunum, er rættiligt upptak av isolering og øðrum byggitilfari, sum lá og sløgdust.
Annars rivu einstakar takplátur og einstakar plátur í húsaklædningi kring alt landið, bæði í Runavík, í Fuglafirði, í Vági og í Havn, men bjargingarfeløg og sløkkilið hava havt tamarhald á støðuni.
Í Marknagili í Havn lá byggitilfar, sum ikki varð tryggjað og tað fleyg í vindinum, men varð tryggjað, áðrenn skaði hendi.
Løgreglan sigur, at ársins fyrsti stormur tekur ofta fólk á bóli, tí um summarið verður ikki hugsað um at tryggjað, tað, sum liggur.










