Nógvir áskoðarar

Tað kann roknast við nógvum áskoðarum til steypafinalurnar í hondbólti, sum verða spældar leygardagin. Kvinnufinalan er ímillum Neistan úr Havn og Stjørnuna úr Klaksvík, og hesi bæði feløgini royna nu at mobilisera áskoðarar, so at teirra lið fáa so góðan stuðul sum gjørligt í týdningarmikla dystinum.
Stjørnan skipar fyri ókeypis bussferð úr Leirvík og heimaftur í sambandi við finaluna. Farið verður úr Klaksvík kl. 10.15 leygarmorgunin, og Stjørnan hevur fingið høli í Havn, har áskoðararnir kunnu halda til undan finaluni.
Á heimasíðu sínari roynir Neistin at fáa fólk at koma til dystin. Neistin ætlar at skipa fyri andlitsmáling og biður fólk verða í serligari Neistatroyggjuni.
Lagt er tí upp til eina rætta finaluna leygardagin  eisini á áskoðaraplássunum.