Nógvir sólglottar næstu dagarnar

Fleiri lítil lágtrýst í ein landsynning og norðan fyri Føroyar fara í ein landsynning ella eystan og vikna. Køld luft rekur inn yvir okkum av norðri. Fríggjakvøldið fer eitt brúgvalag á veg í ein eystan framvið beint sunnan fyri Føroyar, áðrenn ein hátrýstsryggur kemur móti okkum av útnyrðingi. Mánadagin kemur væntandi ein hitabrúgv inn yvir Føroyar av suðri.

 

Veðrið í dag

Lot til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 10 m/s, seinni fyri tað mesta av norðri og útnyrðingi. Í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður, sum kann vera við regni, vátaslettingi og kava. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norðri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Samdrigið og møguliga kavaæl í støðum. Hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, út á dagin øtlar hann vindin spakuliga og verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum hvassur vindur sunnanfyri, 15 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, sum seinni øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Turt og sólglottar, um náttina skýggjað og kanska regn ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinni makar í lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, at byrja við kanska vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.