Eitt lágtrýst, vestan fyri Írland, fer spakuliga í ein útnyrðing meðan tað fyllist. Brúgvaløg haðani føra stundum regn inn yvir Føroyar. Leygardagin fer eitt hátrýst yvir suðurnoregi í ein vestan og leggur seg væntandi sunnudagin millum Føroyar og Skotland og fer síðani í ein sunnan. Í næstu viku koma brúgvaløg við vindi og regni væntandi inn yvir Føroyar av útsynningi og vestri.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, og framvegis harðar hvirlur. Í nátt makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella vátaslettingur. Hiitn um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar og um náttina verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt, men rættiliga skýggjað. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s, sum spakuliga fer í ein vestan og útnyrðing. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, í løtum upp í strúk í vindi í støðum, 13 m/s. Sólglottar, men okkurt æl, seinni yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Mikudagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, seinni fyri tað mesta av landsynningi. Sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin eini 7-8 stig, um náttina um 5 stig.