Tað loysir seg at leita eftir olju.
Tað stendur greitt um vit hyggja eftir teimum inntøkum, sum føroyska samfelagið hevur forvunnið, ið á ein ellan ennan hátt eru knýttar at oljuleiting. Ella rættari sagt, um vit hyggja eftir bert einum parti av hesum inntøkum.
Ein uppgerð hjá Jarðfeingi vísir nevniliga, at í tíðarskeiðnum frá 2000, tá fyrstu leitingarloyvini vórðu givin, og fram til og við 2006 vóru ‘nakrar’ av oljuinntøkunum komnar upp á 200 mió. krónur. Í uppgerðini verður dentur lagdur á, at talan ikki er um allar oljuinntøkurnar, men um nakrar, og hesar ganga sum sagt fram til endan av 2006.
Tær veruligu inntøkurnar ið muna byrja í 2001 tá farið var at bora fyrstu leitingarbrunnarnar í uttasta landsynningspartinum av føroyska landgrunninum. Hesar hildu á til 2002, tá seinastu boringarnar vórðu gjørdar í tí umfarinum. Men oljuinntøkurnar støðgaðu ikki upp tá, hóast tær minkaðu um hugt verður eftir skattainntøkum frá persónum og feløgum.
Sambært yvirlitinum frá Jarðfeingi vóru inntøkur frá skatti og leitiloyvum (víddargjaldi) tilsamans 19,5 mió. krónur í 2001, í 2002 vóru tær 22,3 mió. krónur, og árini 2003-2006 millum 7 og 9 mió. krónur. Harafturat hava avgjøld fyri sølu av seismikkloyvum latin Western Geophysical í 1994-95 givið umleið 15 mió. krónur.
Men størstu upphæddirnar eru komnar umvegis stuðuli til vinnuliga førleikamenning, sum í hesum tíðarskeiðnum vóru tilsamans 107 mió. krónur. Av hesum vóru 90 mió. krónur játtaðar ultimo 2006, meðan eftirverandi 17 mió. krónurnar antin eru, ella verða játtaðar fyrr ella seinni til ymiskar verkætlanir.
Einki yvirlit yvir allar inntøkur
Petur Joensen, fulltrúði á Jarðfeingi, sigur við Sosialin, at aðrar inntøkur eru eisini, sum til dømis inntøkur hjá føroyskum feløgum, ið hava arbeitt í oljuvinnuni, og skatturin av teimum. Men hvørgar av hesum verða gjørdar serskilt upp í landskassaroknskapinum, og tí ber ikki til at síggja tær serskildar.
Heldur ikki eru beinleiðis, ella óbeinleiðis, inntøkur frá Sindri-grunninum, ið er ein grunnur settur á stovn av oljufeløgunum í 2000, ið hevur til endamáls at stuðla vísindaligari gransking, ið burturav hevur við oljuleiting at gera, við í yvirlitinum. Sigast skal, at fleiri av teimum verkætlanunum ganga fyri seg á útlendskum stovnum og lærdum háskúlum, og tí er ringt at meta um, hvussu stórur partur av teimum pengunum renna ígjøgnum føroyska samfelagsbúskapin.
- Sindri hevur ein serligan karakter, kann kanska samanberast við tað arbeiðið, sum oljufeløgini gera í samband við føroyska økið. Útreiðslurnar av tí arbeiðinum verða vanliga heldur ikki roknaðar sum fíggjarinntøka til føroyska samfelagið. Hetta er alt sjálvandi spurningur um definitión, vísir Petur Joensen á.
Hann leggur dent á, at nevnda uppgerð bara er ætlað at lýsa, hvat júst teir nevndu postarnir í yvirlitinum hava givið av sær peningaliga.
Sostatt er talan um eina minimums upphædd á 200 mió. krónur, sum føroyska samfelagið hevur fingið burtur úr oljuleiting. Veruliga upphæddin liggur helst nakað væl hægri enn hetta.










