Suðurkoreanski rapparin PSY ríkar seg upp av hittinum Gangnam Style.
Rappsangurin hjá PSY hevur verið eitt av ársins størstu hittum, og tíðindastovan AP hevur gjørt eina meting av, hvussu nógvar pengar PSY hevur forvunnið burtur úr sanginum.
AP er komið fram til, at bara í hesum árinum fær PSY 46 milliónir krónur burtur úr Gangnam Style.
Stóri parturin av inntøkunum kemur frá talgildum keldum. Inntøkur frá fløgusølu og konsertum eru ikki tað, tær vóru í gomlum døgum, men hinvegin eru nógvir pengar at forvinna burtur úr eitt nú sølu á iTunes og YouTube-lýsingum.
Á iTunes hevur Gangnam Style verið best seljandi sangurin í fleiri mánaðir, og sangurin hevur verið vístur næstan eina milliard ferðir á YouTube. Hvørja ferð onkur hyggur at sanginum, er ein lítil lýsing knýtt at, og henni hevur PSY fingið yvir fimm milliónir krónur burtur úr higartil.










