Nógvir palestinar á vali

Tey flestu vænta, at Fatah fer aty vinna palestinska tjóðartingsvalið í dag, men flokkurin sleppur neryvan uttan um Hamas.

Palestinar hava í dag valt 132 umboð í tjóðartingið. Undan valinum hava kanningar víst, at tað fór at enda rættiliga javnt ímillum tann gamla Fatah-flokkin hjá Yasser Arafat og tann víðgongda Hamas, men í dag frættist, at helst verður tað Fatah, sum vinnur valið.

Hinvegin er greitt, at Fatah vinnur ikki avgjørdan meirilutam, so flokkurin noyðist at leia sær stuðul frá øðrum. Talsmenn hjá Fatah hava sagt, at flokkurin fer ikki í stjórn saman við Hamas, men spurningurin er, um hann sleppur udann tí.

Men tað krevur, at Hamas sleppur sínum víðgongda politikki. Bæði ES og USA meta Hamas sum ein yvirgangsfelagsskap, og tey hava boðað frá, at tey fara at skerja samstarvið við palestinsku myndugleikarnar, um Hamas kemur upp í stjórnina, men at hetta kann broytast, um Hamas letur vápnini frá sær.

Politiskir eygleiðarar í Miðeystri siga, at tað verður spennandi at síggja, hvat fer at henda á tí politiska pallinum í teimum palestinsku økjunum teir næstu dagarnar, sama hvat úrslitið av valinum verður.