Nógvir møguleikar við Trucker Festivalinum

Oddagrein:

Trucker Festilavurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak síðan 2003. Hóast stigtakarin til Trucker Festivalin er klaksvíkingur, hevur festivalurin higartil verið hildin í Runavík. Men í ár er verður Klaksvík karmur um festivalin.


Nógvir eigarar og bilførarar av lastbilum hava luttikið á Trucker Festivalunum, og hevur hetta ført til eina ávísa kapping um at hava teir flottastu og mest væl hildnu bilarnar. Steyp verða givin í teimum ymisku sløgunum av stórum bilum.


Í hesum tíðum verður gjørt burtur úr at verja umhvørvið, og tað hevði kanska verið upp á sítt pláss at eisini at kappast um at koyra so umhvørvisvinarligt sum yvirhøvur møguligt.


Í øðrum londum verður nógv gjørt burtur úr innanhýsis kappingum á fyritøkum sum t.d. hava fleiri lastbilar ella bussar. Allir bilarnir í fyritøkuni fáa ein sonvendan PDA (Personal Digital Assisent) ísettan, so bilførararnir alla tíðina kunnu fylgja við oljunýtsluni. Úrslitini verða skrásett inni á fyritøkuni, og hvønn mánað verða tey hongd upp á eina talvu, so bilførararnir sjálvir kunnu fylgja við í hvør koyrir reinast og brúkar minst olju fyri hvønn kilometur. Bilførararnir, sum luttaka í slíkum kappingum, hava verið á koyritekniskum skeiði í økonomiskari koyring.


At stór tøknilig framstig eru hend í sambandi við minking av dálkani útláti frá bilum á evropeisku vegunum, vísir ein nýgg ES-umhvørviskanning. Hóast ferðslan á evropeisku vegunum er størsta orsøkin til luftdálking, dálka nýggir lastbilar munandi minni í dag enn fyri bara fimm árum síðan.


Ein ES umhvørviskanning vísir nevniliga, at CO2 útlátið frá ferðsluni á vegunum í Evropa minkaði við 32 prosentum frá 2002 til 2006, meðan NOx útlátið (heilsuskaðiligum køvievni) í sama tíðarsekiði fall við 16 prosentum.


Trucker Festivalurin er eitt frálíkt tiltak, ið hevur stóran sosialan týdning fyri tey sum dagliga starvast við stóru flutningstólunum kring alt landið.


Góðan Trucker Festival.


mg