Tað er ein spennandi uppgáva at bróta upp av nýggjum, og fleiri møguleikar eru at troyta í Ísrael.
Tað sigur John Rajani, sum herfyri fekk starv sum sendimaður í Ísrael.
John Rajani, sum eisini var fyrsti sendimaður okkara í London í 2002, sigur í samrøðu við FM1, at tað vóru fleiri umstøður, ið gjørdu, at hann valdi at søkja um starvið sum sendimaður, ikki minst møguleikarnir at økja um handilslig viðurskifti.
– Eg kann nevna sum dømi, at Norra útflytir á leið 30.000 tons av laksi til Ísrael um árið. Og mær vitandi útflyta Føroyar ikki laks til Ísrael. Bara tann vegin eru avgjørt møguleikar.
Umframt vinnu- og handilsviðurskifti, eru eisini onnur áhugavert viðurskifti, ið kunnu fremjast umvegis sendistovuna.
– Tað er altíð avbjóðing av ymiskum viðurskiftum. Tú kanst siga, at ein sendistova hevur nógvar uppgávur. Vit hugsa ofta um tær vinnuligu, og tær eru sjálvandi týdningarmiklar. Tað eru eisini aðrar uppgávur, bæði í mun til fyrisiting og poliska skipan og ikki minst í mun til mentan og onnur ting. Men tekur tú vinnuliga partin, er Ísrael eitt øgiliga framkomið og lutfalsliga ríkt land í Miðeystri. Hóast tða er eitt lítið land, so búgva 9 milliónir fólk, og fólki hevur lutfalsliga høga keypikraft, sigur John Rajani.
Trýst á pílin fyri hoyra samrøðuna, ið FM1 gjørdi við John Rajani.











