Føroyingar hava allar møguleikar at menna sjóvinnuveitingar at verða eina vinnu, ið vit kunnu vinna nógv meira burturúr og gera meir við.
Tað er sambært Syntesa, ið hevur gjørt eina frágreiðing um sjóvinnuveitingar, ið Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur bílagt saman við Oljuvinnufelagnum.
Kanningin hevði til endamáls at gera eina støðulýsing og vinnumøguleikar innan sjóvinnuveitingar í Føroyum.
Kanningin vísir, at samlaða samfelagsbúskaparliga ávirkanin til útlendsk skip var í 2015 mett at verða eitt stað millum 330-430 milliónir.
Kanningin staðfestir eisini, at vinnan eigur at byggja víðari uppá tað vitan, sum hon hevur útvega sær við uppgávum sum til dømis við oljuplattforminum West Hercules.