Nógvir møguleikar í gamla Kvøldloti

Sambært eigaranum av gamla Kvøldloti, Høgna Danielsen, er enn óvist, hvat virksemi verður í bygninginum, sum stendur liðugur og klárur at taka í nýtslu í heyst. Millum onnur, sum hava víst áhuga fyri møguligum leigumáli, eru teir, sum í dag reka Eclipse, Platform og Café Natúr

Kvøldlot

Enn hevur eigarin av gamla Kvøldloti, Høgni Danielsen, eftir øllum at døma ikki gjørt av, hvat virksemi verður í bygninginum, sum er bygdur upp av nýggjum og væntandi stendur klárur at taka í nýtslu einaferð í heyst.
Sosialurin hevur frætt, at teir, sum reka Eclipse, Platform og Café Natúr, hava hugt at bygninginum og hava víst teimum møguleikum, ið har eru, áhuga.

Enn óvist

Petur Olsen, sum er ein av persónunum aftanfyri Eclipse, Platform og Café Natúr, váttar, at hann hevur tosað við eigaran, Høgna Danielsen, men talan hevur higartil bert verið um prát teirra millum.
- Eg datt fram við ein dagin, tá ið Høgni var har og fór inn á gólvið at forvitnast.
Petur leggur tó dent á, at eingin avtala er gjørd um nakað sum helst, men teir avtalaðu tó at venda aftur til málið.
- Tá ið vit starvast innan hesa "bransjuna", hava vit eisini áhuga fyri teimum møguleikum, sum eru við gamla Kvøldloti.
Hann vísir á, at í prátinum teirra millum, dugdi Høgni ikki
ítøkiliga at siga, nær bygningurin stendur klárur at taka í nýtslu.
- Men nú er eftir øllum at døma ikki nógv eftir at gera, sigur Petur Olsen, sum vísir á, at teir í fyrsta lagi hugsa um møguleikarnar við matstovuvirksemi.

Fleiri møguleikar

Høgni Danielsen váttar, at hann og Petur Olsen hava prátað saman, men vísir á, at eingin leiguavtala er gjørd við nakran um bygningin, og tí er eisini ómøguligt enn at siga, hvat virksemi verður í gamla Kvøldloti.
Hann væntar, at bygningurin stendur klárur at taka í nýtslu einaferð í heyst.
Spurdur, hvørjir møguleikar eru, sigur eigarin, at ovara hæddin er 185 fermetrar og niðara 176 fermetrar.
- Soleiðis, sum ovara hæddin er innrættað, er hon væl egnað til eitt nú matstovuvirksemi, meðan niðara hæddin er meira klubbakend við møguleikum fyri dansi.
Høgni vísir á, at í bygninginum eru nógvir møguleikar ? alt frá matstovu-og klubbavirksemi til skrivstovuvirksemi.
Hann sigur, at talan er um meira enn ein áhugaðan og møguligan leigara.
Spurdur, hvussu nógv bygningurin kostar, nú hann er um at verða liðugur, vil eigarin ikki siga nakað tal.
- Men bygningurin er dýrur, leggur hann aftrat.
Høgni Danielsen keypti gamla Kvøldlot fyri 8 árum síðan frá Fossbankanum í konkurs.