Nógvir møguleikar eru í Íslandi

Vikuskiftið 9. til 12. mars skipar Hotel Ørkin í Reykjavík fyri fjølbroyttari ráðstevnu um vinnu og samstarv.
Endamálið er at vísa á teir møguleikarnar, sum Íslands-sáttmálin gevur føroyingum.

- Ber yvirhøvur til hjá føroyingum at fara undir vinnuligt virksemi í Íslandi?
Hetta er ein av mongum spurningum, sum uttan iva verður settur fleiri ferðir á ráðstevnuni á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík.
Fólkini á Ørkini hava nevniliga sett sær fyri at vísa m.a. føroyingum á teir møguleikarnar, sum finnast í Íslandi.
Hetta verður gjørt við fyrilestrum og framsýningum og við vitjanum á hesi ráðstevnuni, sum júst ber heitið "Møguleikar í Íslandi".
Ætlanin er nevniliga at vitja fyritøkur sum føroyingar eiga og reka í Reykjavík. Og í hesum sambandi slepst neyvan undan eini vitjan í onkrari av fyritøkunum, sum havnarmaðurin Jákupi á Dul eigur í Íslandi.
Stevnan byrjar fríggjakvøldið 9. mars og endar mánadagin 12. mars, tá farið verður heimaftur við Atlantsflogi.

Royndir og møguleikar
Lagt er upp til eina sera forvitnisliga skrá hesar dagarnar, við einum rættiliga stórum úrvali av evnum at lýsa og vísa á møguleikarnar, sum hóast alt eru hjá føroyingum í Íslandi.
Millum tey mongu áhugaverdu evnini fer stórur dentur at verða lagdur á at vísa á tær royndirnar, sum føroyingar longu hava gjørt sær her á tí vinnuliga økinum.
Ein av fyrilestrararhaldarunum er vinnulívsmaðurin, Olaf Olsen, sum fer at vísa á gongdar leiðir innan íslendska fiskivinnu, eins og ein amerikanskur løgfrøðingur fer at siga frá sínum royndum í Íslandi.
Tað sama fara ein íslendskur byggifrøðingur, ein handverkari og ein tryggingarmaður at gera, áðrenn fleiri føroyingar, sum starvast í Íslandi fara at geva góð ráð um, hvussu ein ber seg at í hesum landinum.
Oljan verður heldur ikki gloymd við eitt slíkt høvi. Ein íslendskur ráðgevi fer nevniliga at vísa á møguleikarnar innan olju- og gassvinnu.
Ferðavinnan er ein sjálvsagdur partur av eini slíkari ráðstevnu, og fara umboð fyri Atlantsflog og Faroe Travel at greiða frá ferðamøguleikum millum londini og til londini bæði.
Leygarkvøldið verður skipað fyri føroyskari gospelkonsert og sunnudagin verður føroyskt møti á Ørkini, har kendir føroyingar syngja og tala.
Á ráðstevnuni verður eisini ein listaframsýning, sum føroyski listamaðurin Oggi Lamhauge og onnur skipa fyri.