Nógvir leysir endar

Eftir at hava lisið bókina »Skjót journalistin« heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, at har eru nógvir leysir endar, sum høvundarnir so bara gera til egin uppáhald, ið ikki altíð eru røtt

Jørgen Niclasen heldur seg ikki hava fingið svar uppá, hvat endamálið við bókini »Skjót journalistin« er. Men uttan at kunna siga tað við vissu, heldur hann, at tað er at fáa egnar meiningar hjá høvundunum út millum fólk.
Ein av høvuðspersónunum, sum viðgjørdur verður í dagsins mest umrøddu bók, er fyrrverandi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen.
Hann skilir ikki rættiliga endamálið við bókini, og heldur seg ikki hava fingið nóg greiðar upplýsingar um sín lut í henni heldur.
?Eg varð biðin um eina samrøðu av øðrum av høvundunum, og tí játtaði eg. Eg spurdi, hvat hon skuldi brúkast til, og fekk eitt ullint svar um, at hon skuldi kanska brúkast til eina blaðgrein ella kanska til eitt sjónvarpsinnslag, greiðir Jørgen Niclasen frá. Nú síggi eg, at hon hvørki varð ætlað til annað ella annað, men til hesa bókina.
Ikki tí, sigur hann. Tað, sum eg segði tá, er rætt endurgivið. Men annars dugi eg ikki at finna nakað av nýggjum í hasi bókini.
?Høvundarnir duga væl at lýsa løtumyndir við teirra egnu meiningum innbygdum, sigur Jørgen Niclasen heldur speiskur. Bæði tá Tórbjørn Jacobsen kemur eftir Tinghúsvegnum á Ólavsøku, tá Høgni Hoydal etur morgunmat heima í Hoyvík, og á tingfundinum, tá eg segði meg frá. Men annars er ikki nógv at siga um hatta.
Tó eru tvey ting, eg hefti meg við, sigur hann. Annað er á síðu 140, har høvundarnir siga, at.......soleiðis er journalistikkur ongantíð objektivur, men man má altíð gera eitt val.
Hitt er, at í yvirlitinum yvir skrivligar keldur standa bæði Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Men hóast stórur partur av bókini snýr seg um løgmann og hansara virki, er hann als ikki tikin við sum kelda, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen er einki fegin um hesa bókina, skilst á honum. Hann metir hana sum eina útspillingarherferð, sum hann málber seg.
?Eg plagi annars ikki at lesa útspillingar. Men tá ein nú sjálvur er stórur partur av hesum, havi eg kent meg noyddan at skeita í bókina, sigur hann.
Jørgen Niclasen tekur upp aftur í saman, at hann heldur tað vera eina øgiliga trongd at havast at teimum, sum tora at seta journalistunum spurningar, sum hesir báðir hava lagt fyri dagin.