Flestu landsliðini í Evropa eru væl og virðiliga farin í gongd at fyrireika seg til EM-endaspælið, og til tað komandi HM-undankappingina. Øll norðanlond - uttan Føroyar - skulu í eldin í kvøld. Ísland leikar úti ímóti Slovakia í Bratislava. Hóast íslendska ligalandsliðið vann ein tryggan 3-0 sigur á Føroyum, so er væntandi, at íslendsku leikarnir, ið leika uttanlands fara at mynda íslendska liðið í kvøld. Danmark leikar ímóti Kekkia í Herning. Noreg leikar úti ímóti nýggjasta limalandinum í UEFA, Montenegro. Svøríki og Brasil møtast í London, meðan Finnland leikar á útivølli í Bulgaria. Frakland og Ongland leika í París, og Spania og Italia møtast í Spania. Luksemburg, sum ikki hevur tíð at leika ímóti Føroyum í juni, hevur kortini givið sær tíð at leika ein dyst á heimavølli ímóti Wales í kvøld. Taka vit lond í okkara HM-bólki, so kunnu vit nevna, at Eysturríki tekur ímóti Niðurlondum í Wien, Litava leikar heima ímóti Azerbadjan, Serbia leikar í Ukraina, meðan Rumenia leikar heima ímóti Russlandi. Millum hinar dystirnar kunnu nevnast Sveis-Týskland og Skotland-Kroatia.