Eftir vetrarsteðg síðani eina ferð í november verður tað seinnapartin og í kvøld farið undir aftur HM undankappingina, sum verður liðug í heyst. Tá verður greitt, hvørjar tjóðir skulu luttaka í HM endaspælinum, sum verður í Suðurafrika á sumri í 2010.
Í bólkinum, sum Føroyar eru í, verða tveir dystir í dag. Í Bukarest hittast Rumenia og Serbia, og Litava eigur heimavøll ímóti Fraklandi.
Næstu ferð Føroyar fara at spæla í HM undankappingini verður 10. juni, tá ið Serbia fer at vitja í Føroyum.
Bólkur 1
Malta-Danmark
Albania-Ungarn
Portugal-Svøríki
Bólkur 2
Luksemborg-Letland
Moldova-Sveis
Ísrael-Grikkaland
Bólkur 3
Norðurírland-Pólland
Slovenia-Tjekkia
Bólkur 4
Rusland-Aserbadjan
Wales-Finnland
Týskland-Liktinstein
Bólkur 5
Armenia-Estland
Belgia-Bosnia/Hersegovina
Spania-Turkaland
Bólkur 7
Rumenia-Serbia
Litava-Frakland
Bólkur 8
Kypros-Georgia
Montenegro-Italia
Írland-Bulgaria
Bólkur 9
Holland-Skotland










