Nógvir kunnu gera seg galdandi

Nú Brian Kerr hevur tikið sítt fyrsta landslið út, loypir helst mest í eyguni, at landsliðsvenjarin hevur valt Palla Augustinussen, sum spælir við VB/Sumba í næstbestu deildini, at vera við í bruttohópinum til landsliðið.

 

Men venjarin er als ikki bangin fyri at taka leikarar úr næstbestu deildini, og hann heldur eisini, at Palli Augsinussen er væl fyri.

 

- Eg havi sæð hann spæla, og eg var imponeraður av honum. Hann hevur nógva orku og skilur spælið væl. Hann er heilt víst ein leikari við møguleikum, sigur Brian Kerr.

Landsliðsvenjarin leggur afturat, at hann ikki hevur havt so nógva tíð at hyggja at leikarunum, men at Palli Augustinussen hevur kvalitetir, sum heilt víst kunnu nýtast á landsliðnum.

 

Men tað er ikki nakað nýtt, at Brian Kerr tekur júst teir leikarar, hann vil hava, tí hann hevur gjørt tað sama á írska u-20 landsliðnum í 1997, har hann fekk stóran kritikk fyri úttøkuna av leikarum úr írsku deildini, heldur enn úr enskum deildum.

 

Men tá hann kom heim við bronsuheiðursmerkjum frá heimsmeistarakappingini var kritikkurin tagnaður.

 

Somuleiðis sigur Brian Kerr, at tað eru heilt nógvir ymiskir leikarar, sum kunnu gera seg galdandi.

 

Meira í Sosialinum í morgin.