Leikaraskifti
NSÍ og Karsten From hava givið hvørjum øðrum hondina.
Somikið varð staðfest hóskvøldið, tá runavíkingar boðaðu frá, at teir nú høvdu tryggjað sær danska álopsleikaran, sum í hesi vikuni varð loystur úr sáttmála sínum við HB, eftir at tað stóð púra greitt, at samstarvstrupulleikarnir partanna millum vóru ov stórir til, at samstarvið kundi halda fram.
Áhuga- ella yrkisleikari
Í hósdagsútgávu skrivaðu vit, at tað alt fyri eitt hoyrdist, at fleiri føroysk feløg tóktust sýna áhuga fyri leikaranum, men at tað ivaleyst var so, at áhugin fyri at knýta hann at hópinum varð avmarkaður av, at leikarin ikki kundi leika fyri nýggja felagið fyrr enn í fjórð seinasta umfarinum.
Hetta grundaðu vit á, at føroysku reglurnar fyri leikaraskifti siga, at tað skal ganga ein mánaður frá seinasta dystinum fyri fyrrverandi felagið til fyrsta dystin fyri nýggja felagið.
Hetta eru reglurnar, sum eru galdandi, tá áhugaleikari skiftir felag, og hóast Karsten From hevði sáttmála við HB, so var hesin ikki góðkendur av FSF. Ein treyt, sum skal vera lokin, fyri at leikarin skal kunna roknast sum sáttmálaleikari sambært galdandi reglunum.
Fleiri hol
Tað kann sjálvandi hugsast, at NSÍ gongur undir hesa reglu í hesum førinum, men tað er lítið sannlíkt, at teir bara fara at sita hendur í favn og bíða, tá teir kortini hava leikaran í hópinum. Runavíkingar hava tó ein formann, sum vanliga ber orð fyri at gera sítt heimaarbeiði til lítar, og tað hevur hann eftir øllum at døma eisini gjørt hesaferð.
Tað er nevnliga so, at hóast reglurnar fyri áhugaleikarar seta mánaðarlongu forðingina, so eru tað ymsir hættir, sum kunnu nýtast, til tess at benda hesar reglur.
Ein møguleiki, sum kundi verið aktuellur ? og eisini sera prinsipiellur ? vildi verið, um NSÍ bara gjørdi bart og gjørdi sáttmála við leikaran. Spurningurin vildi tá verið, hvørt leikloyvið tá fylgdi reglunum hjá áhuga- ella yrkisleikarum. Tað vildi tá verið ein spurningur, sum kappingarnevndin ? og møguliga seinni dómsnevndin ? skuldu tikið støðu til, og hetta vildi neyvan verið gjørt, fyrr enn málið fyrilá. Tað hevur í øllum førum ikki verð siðvenja, at nevndin hevur tikið nýggjar prinsipiellar støður, fyrr enn málið fyrilliggur, og tí kundi NSÍ við hesum risikerað, at teir teir stóðu við einum leikara, sum enn mátti bíða tríggjar dystir, áðrenn hann kundi sleppa í eldin.
Ein annar møguleiki ? og eftir øllum at døma er hesin nýttur ? er at HB gevur NSÍ eina hjálpandi hond í málinum. Tá felagið kortini hevur gjørt av, at leikarin ikki verður í hópinum longur, og fleiri av sambiðlunum í oddinum tóktust liggja framvið eftir honum, er tað kanska eins gott fyri HB, at leikarin fer til eitt av liðunum, sum HB hevur leikt báðar dystirnar í ár ímóti. Hartil skal eisini havast í huga, at NSÍ framvegis eigur dystir á móti øllum hinum oddaliðunum, tá HB ikki verður roknað við, og tí kann hugsast, at HB eisini kemur at fáa nyttu burtur úr máltevi leikarans, hóast hann spælir við øðrum felag.
Tað kann av mongum ? og ivaleyst eisini av nevndarlimum í FSF ? metast sum ómoralskt, um hendan seinna loysnin verður roynd. Tað inniber nevnliga, at HB fríggjamorgunin letur inn sáttmála við Karsten From til góðkenningar, og at felagið so minuttir eftir hetta avhendar leikaran til NSÍ. Ómoralskt, tí hetta líkist einum »smartum« hátti at benda lógarreglurnar, men í øllum førum er tað ikki nøkur juridisk forðing fyri, at hetta verður gjørt. Og so leingi hetta fylgir reglunum hjá FSF, so skuldi leikloyvið verið í tryggum hondum.
Møguligt eftirspæl
Um so er, at tað verður hendan seinna loysnin, sum verður nýtt, so er málið tó ikki leyst og liðugt av teirri orsøk.
Tað er nevnliga so, at hóast FIFA fyri einum ári síðani setti altjóða transfer-reglur í gildi, so eru framvegis ivamál á summum økjum. Eitt nú við regluni, sum sigur, at leikari bert kann spæla við tveimum liðum í einum ári. Her er enn ikki staðfest ? tí einki slíkt mál er roynt enn ? hvørt talan her um eitt og sama kappingarár, ella um talan er um álmanakkaár.
Enn meira fløkt gerst málið, tí føroyska og danska kappingarárið ikki fylgjast. Verður roknað eftir kalendaraárinum, so hevur Karsten From havt sáttmála FC Midtjylland, HB og NSÍ í einum ári. Hetta sjálvandi treytað av, at tað verður loysnin, sum verður nýtt. Hinvegin er kappingarárið, har hann hevði sáttmála við FCM lokið, so tað skal kanska ikki roknast við her.
Sami trupulleiki ger seg eisini galdandi, um Karsten eftir føroyska kappingarárið skuldi fingið møguleika at gjørt nýggjan sáttmála við danskt felag. Hevur leikarin tá loyvi til hetta. Kanska eftir 1. januar, tí vit tá fara í nýtt ár og føroyska kappingarárið tá er lokið, ella kanska ikki, tí tveir av sáttmálunum hava verið í gildið, meðan danska kappingarárið, sum ikki endar fyrr enn ímóti sumri 2004, hevur verið ígongd.
Tað tykjast tó vera ábendingar um, at eingi av landasambondunum vilja taka nakra greiða støðu í hesum máli. Á fundum hjá FIFA hava londini eisini biðið um at fáa greiðar reglur at ganga eftir í hesum, uttan at hetta tó hevur givið úrslit. Tí tykist støðan í flestum førum vera, at eitt nú DBU bert ansar eftir, hvørjar sáttmálar leikarin hevur havt innan egin landamørk, og um so er, so gevur hetta ikki Karsten From nakrar trupulleikar yvirhøvur.
Sostatt eru enn hópur av ósvaraðum spurningum viðvíkjandi leikaraskiftum sum hesum, men hvussu er og ikki, so man tað hóast alt vera lítil ivi um, at Karsten From verður við frá fyrsta bríksli, tá gøtumenn vitja við Løkin í Runavík sunnudagin.