Nógvir húsagangir í Danmark

Kreppan ger framvegis um seg í Danmark, og eitt prógv fyri tí er, at í september fóru ikki færri enn 417 vinnufeløg á húsagang. Samstundis verður mett, at millum 400 og 500 feløg afturat fara av knóranum hetta til árslok.

Hagtølini vísa, at tað eru serliga handlar og feløg innan byggivinnuna, sum noyðast at gevast, og sostatt er talan um feløg, sum dúva upp á heimamarknaðin.

Metingarfelagið Soliditet, sum hevur savnað tølini, sigur, at tað eru tey veiku feløgini, sum ikki standa seg. Ein uggi er, at húsagangirnir eru ikki so nógvir í ár sum um hesa tíðina í fjør.