Tað var einki minni enn fult hús, tá tey bæði hjúnini Sólrun og Poul Michelsen og tey umleið 40 starvsfólkini annars á fyritøkuni ?Pf. Poul Michelsen? kundu hátíðarhalda 25 ára dagin seinasta fríggjadag.
Dagurin varð hátíðarhildin á virkinum, og har var alt, sum hoyrir einum slíkum degi til: matur og drekka, tónleikur, gestablídni og ikki minst, her kundi tú hitta ein hóp av fólki.
Og hvat var so at ?feiðra? henda dagin! Jú 25 ár á baki hjá eini lutfalsligari stórari fyritøku er ikki einki. . Tað eru 25 ár síðani, at Poul Michelsen, saman við konuni Sólrún fór undir at reka heilsølu ymsum vørum til matna, serstakliga frystivørum. Ta fyrstu tíðina varð hildið til í egnum sethúsum í Gundadali. Men virksemi vaks skjótt, og í 79 varð flutt inn í nýggjan bygning við Hoyvíksvegin.
Í dag letur fyritøkan matvørur til stóran part av handlunum í landinum. Og her er nærum alt, sum náttúrliga hoyrir eini heilsølu í matvørubransjuni til. Sum nakað nýtt fóru tey á virkinum undir at gera matvørur heilt klárar til húsarhaldið. Hvør kennir ikki tann eyðkenda og fjølbroytta viðskeran frá PM.
Umframt teir fleiri 100 føroyingarnar, sum stukku inn á gólvið fríggjadagin, vórðu eisini fleiri útlendingar, sum fyritøkan samstarvar við.
Sosialurin ynskir bæði fyritøkuni og øllum, ið har starvast, tillukku við degnum.