Tað vanliga er, at 106 dreingir koma í heimin fyri hvørjar 100 gentur. Men í Asia er myndin ein heilt onnur, tí har eru 130 dreingir fyri hvørjar 100 gentur. Avleiðingin av tí skeiva lutfallinum er, at tað eru umleið 60 milliónir ov fáar kvinnur í asiatiskum londum.
Høvuðsorsøkin til tað skeiva lutfallið er, at nógvar kvinnur, sum ganga við gentufostri, velja at fáa fosturtøku. Hetta hevur serliga verið galdandi í Kina við tí úrsliti, at har tað nú eru umleið 30 milliónir ov fáar gentur og kvinnur.
Tað ber í sær, at nú eru umleið 30 milliónir dreingir og menn, sum kunnu enda sum gamlir dreingir.