Algerski stjórnarherurin hevur søkt at yvirgangsmonnunum, sum tóku gíslar á einum gassverki, og sambært tíðindastovunum hava nógvir gílar og gíslatakarar latið lív í álopinum.
BBC sigur, at 34 gíslar og 14 gíslatakarar eru deyðir. Fyrr í dag ljóðaði, at 30 algerar og 15 útlendingar vóru slopnir til rýmingar.
Tað er stórur ivi um øll tølini, tí í gjárkvøldið søgdu gíslatakararnir, at teir høvdu tikið 41 gíslar.