Nógvir føroyingar á Aqua Nor - norski kongurin setti alistevnuna

Í morgun varð heimsins størsta alistevna, Aqua Nor, sett av Haraldi kongi í Tróndheimi. Norski kongurin hevur fleiri ferðir áður sett stevnuna, bæði sum prinsur og kongur. Fyrsta Aqua Nor-alistevnan varð hildin í 1979.

Nógvir føroyingar eru farnir til Tróndheim á alistevnu.

Norski kongurin hugleiddi um tær stóru broytingarnar, sum hava verið í alivunnuni.

-Eg minnist, at eg vitjaði á eini alistøð í Hitra fyri 26 árum síðan. Tað hevur verið ein ógvuslig broyting í vinnuni hesi 26 árini. Eg eri sera hugtikin av broytingunum í alivinnuni, bæði á landi og sjógvi og ikki minst av marknaðarføringini av aldum laksi, segði norski kongurin í seturnarrøðuni.

Stóri áhugin fyri Aqua Nor speglast aftur í hvussu gongur hjá alivinnuni, segði Petter Gullestad, frá Aqua Nor við norska blaðið Fiskaren.